starvslýsing.

Summaravloysari til Hotel Tórshavn

Vit leita eftir einum summaravloysara, sum kann byrja skjótast gjørligt og kann at halda fram til síðst í september uml. 30 tímar um vikuna.

Søguliga Hotel Tórshavn liggur í Vágsbotni við 43 kømurum og 3 fundarhølum. Afturat hotellinum er matstovan, hvonn, á fyrstu hædd og hvonnbarr á stovuhædd.

Um starvið
Vit leita eftir einum ágrýtnum og tænastusinnaðum fólki, sum kann vera við til at geva okkara gestum ógloymandi upplivingar. Tú kemur fyrst og fremst at taka tær av hotelgestum, og fært ábyrgdina fyri, at gestirnir kenna seg væl, meðan tey gista á Hotel Tórshavn. Aðrar uppgávur fevna um at hjálpa til í matstovuni og í barrini.

Førleikar:

  • Royndir innan hotel- og matstovuvinnuna eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav
  • Tú hevur góð samskiftisevnir
  • Tú ert fleksibul
  • Tú ert tænastusinnað/ur fyrikomandi
  • Tú skilur føroyskt og/ella onnur norðurlendsk mál umframt enskt

Vit kunnu bjóða:

  • Eitt spennandi og fjølbroytt starv
  • Eitt gott toymi at arbeiða saman við
  • Góðar royndir í tænastuvinnuni

Send tína umsókn til joel@hoteltorshavn.fo í seinasta lagi 22. apríl, um hetta ljóðar sum nakað fyri teg.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði, og starvssamrøður verða hildnar leypandi.