Hotel Tórshavn liggur væl fyri, í einum sera hugnaligurm umhvørvi niðri í Vágsbotni, við útsýni yvir havnina og bátarnar frammanfyri og ráðhúsið og Vaglið aftanfyri.
Hotellið hevur 3 fundarhølir, sum eru væl egnað til bæði lítlar og stórar bólkar.
Um tit eru 10, 30 ella 60, kann hotellið bjóða alla neyðuga útgerð.
Kom inn á gólvið hjá okkum. Okkara matstova hevur leskiligar italskar, meksikanskar, amerikanskar og indonesiskar rættir á skránni.
Hvørt týskvøld leita ung sum tilkomin sær oman at lurta eftir jassi aftur við einari øl ella einum kaffimunni. Tónleikurin byrjar kl 21.