fbpx

parkering.

parkeringsmøguleikar meðan tit gista

Parkering í høvuðsstaðnum er altíð ókeypis, men í miðbýnum er parkeringin tíðaravmarkað. Á Áarvegnum er tíðarmarkið 30 minuttir, meðan tað er 2 tímar á Húsabrúgv og 8 tímar á m.a. Skálatrøð og Glaðsheyggi.

Mánadag til fríggjadag 09:00 – 18:00
Tey bláu parkeringsskeltini vísa, hvussu leingi tit kunnu parkera.

Leygardag 10:00 – 14:00
Nøkur fá parkeringspláss hava tíðaravmarking (tíð í klombrum merkir, at tíðaravmarking er galdandi leygardagar).

Sunnu- og halgidagar er eingin tíðaravmarking, ei heldur um kvøldið og um náttina.

Móttøkan hjálpir fegið við vegleiðing.

leiðin til Skálatrøð

Á kortinum sæst leiðin til Skálatrøð, og tit kunnu trýsta á leinkið fyri at fáa fleiri upplýsingar um parkeringsviðurskifti í Havn.