náttarvørur

Vilt tú við á liðið?

Hvørjar verða mínar uppgávur?

Sum náttarvørur veitur tú bestu móttøkutænastur til tey vitjandi líka frá innskriving til fráferð. Ein náttarvørur er mangan fyrsta sambandi, sum tann vitjandi hevur við hotellið, og tí er tað umráðandi at veita bestu tænstur.

– Jaliga og skjótt svara spurningum sum tann vitjandi hevur
– Tryggja at tann vitjandi fær góðar upplivingar, íroknað innskriving og fráferð
– Altíð at veita bestu tænastu
– Hjálpa hinum deildunum, um neyðugt
– Rudda almennu økini

Hvørjum vit leita eftir?

Fyri at tryggja at náttarvørurin altíð er til arbeiðis vegna tann vitjandi, ynskja vit at tú hevur fylgjandi hugburð, atburð, hegni og virðir:

– Jaligan hugburð og góð samskiftis evnir
– Vilja at útinna bestu tænastu til tann vitjandi
– Veita góða røkt av vitjandi
– Evni at arbeiða sjálvstøðugt og at samarbeiða saman við restini av starvsfólkahópinum
– Vanligan telduførleika

Vit gleða okkum at móttaka umsókn tína. Send til jenny@hoteltorshavn.fo