Móttøkulærlingur

Ert tú smílandi og tænastusinnað/ur?

Er svarið ‘ja’, so hava vit eitt pláss sum móttøkulærlingur á Hotel Tórshavn.

Sum lærlingur í móttøkuni ert tú við til at mynda hotellið. Tú verður ein lyklapersónur, sum kemur at sambinda tær ymisku deildirnar á hotellinum við kunning og samskifti, so vit saman kunnu geva kundanum bestu tænastuna.

 

Heldur tú hetta vera eina spennandi avbjóðing, og ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jenny A. í Heiðunum – teldupostur  jenny@hoteltorshavn.fo